Yrkisbachelor í Føðslu og Heilsu (professionsbachelor i ernæring og sundhed)


 

Yrkisbachelorurin í føðslu og heilsu arbeiðir við viðurskiftunum millum fólk og mat, føðslu, matvørur, nýtslu og veiting.

Útbúgvingin sum yrkisbachelorur í føðslu og heilsu gevur vitan og verkliga fatan av føðslurøttum kosti, lívsstíli, málbólkslagaðum heilsuvirksemi, vegleiðing og miðlan, sjúkueyðkend serkostviðgerð, matvørum og nýtslu, vørumenning, sensoriskum háttalagi, námsfrøðiligum ástøði og námsfrøði í verki, fyriskipan og leiðslu av yrkisligum kosti og veitingum.

Fyri meira kunning um útbúgvingina sí leinkju niðanfyri.

Yrkisbachelor í Føðslu og Heilsu